Orðabókagrunnurin
T-postur |
T-postur |
Sekur at sær tekur.
Sær er hond hollast.
Ofta býr flagd undir fríðum skinni.
Mangt er dugandi manni til vápn.
Orðabøkur á goymslu, sum grunnurin hevur verið við til at fíggja:
Føroysk-týsk orðabók. Ritstjórnað hevur Ulf Timmermann.
Føroysk-donsk orðabók. Ritstjórnað hevur Zakaris S. Hansen.
Sponsk-føroysk skúlaorðabók. Bókin er ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt. Randi Meitil og Birgit Remmel hava ritstjórnað.
Donsk-føroysk orðabók. Eisini fløguútgáva. Ritstjórnað hevur Hjalmar P. Petersen.
Føroysk orðabók (heft og innbundin), sum Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen og Zakaris Svabo Hansen hava ritstjórnað, var útseld, men eitt-binds útgávan í stívari permu er uppafturprentað og á goymslu.
Føroysk-italska orðabókin, sum Gianfranco Contri hevur ritstjórnað, er útseld.
Umframt omanfyri nevndu hevur grunnurin:
føroysk-donsku orðabókina, sum M. A. Jacobsen og Chr. Matras ritstjórnaðu og føroysk-norsku orðabókina, sum Eigil Lehmann hevur ritstjórnað, á goymslu.
Fløguútgávan av Føroysku orðabókini er útseld, men ókeypis atgongd fæst til hana á heimasíðuni hjá Orðabókagrunninum.