Orðabókagrunnurin

T-postur  
Orðatøk

Allir draga sín bát væl omaneftir.

Tjóvur trýr, at hvør maður stjelur.

Hvør rakar brandin at sínari køku.

Góðvarin maður kemur seinastur í himmiríki.

Nýtt við loyvi
frá Málnevndini

Starvsskipan

Starvsskipanin hevur heimild í viðtøkunum § 3(3): "Nevndin í Orðabóka-grunninum ásetir vanligu mannagongdirnar hjá grunninum og ger sær starvsskipan í samsvari við ásetingarnar."
 
§ 1. Nevndarfundir
(1)   Nevndin heldur fund í minsta lagi fýra ferðir árliga, tvær ferðir hvørjumegin summarsteðg, men heldur fleiri fundir eftir tørvi.
(2)   Regluligu fundirnir verða avráddir fyri hvørt ár.
(3)   Aðrir fundir verða hildnir um nevndin einmælt vil, ella formaðurin umvegis skrivaran boðar til fundar við vikufreist.
 
§ 2. Fundarskrá
(1)   Fyri hvønn nevndarfund verður gjørd fundarskrá.
(2)   Fundarskráin skal vera send út tvær vikur fyri fund ella góðkennast einmælt á fundi.
 
§ 3 Fundarfrásøgn
(1)   Fyri hvønn fund verður skrivað fundarfrásøgn.
(2)   Nevndarskrivari og formaður gera uppskot, ið verður sent hinum limunum um teldupost.
(3)   Nevndin góðkennir og undirskrivar frásøgn á seinni fundi.
 
§ 4. Nevndarskrivari
(1)   Nevndin setur skrivara at vera nevndini til hjálpar.
(2)   Skrivarin hevur ábyrgd av at fyrireika fundir og skriva frásøgn, dagføra heimasíðu, standa fyri vanligum samskifti úteftir, umframt annað, ið nevndin áleggur.
 
§ 5. Bókhaldari nevndarinnar
(1)   Nevndin setur bókhaldara at vera nevndini til hjálpar.
(2)   Bókhaldarin hevur ábyrgd av at umsita fæ grunsins, gera roknskap, ráðgeva nevndini um kostnað av verkætlanum, samskifta við grannskoðan og eftirlitsmyndugleikar, umframt annað, ið nevndin áleggur.
 
§ 6. Málsviðgerð
(1)   Mál um stuðul verða viðgjørd sambært umsókn, ið skrivari og formaður leggja fyri nevndina.
(2)   Nevndin skal samráðast við allar umsøkjarar og miða ímóti at samtykkja einmælt at stuðla verkætlanum ella at vísa á aðrar møguleikar, um fíggjarorka ikki loyvir at stuðla líkinda umsókn.
 
§ 7. Samsýningar
(1)   Nevndarlimir fáa fyri nevndarfund fundarpengar samsvarandi almennum nevndum.
(2)   Nevndarlimir fáa somuleiðis fundarpengar fyri aðrar fundir.
(3)   Skrivari fær kr. 2.500,-, og bókhaldari fær kr. 2.000,- um mánaðin.
(4)   Fyri serligt virki út um vanligu uppgávurnar kann nevndin samtykkja aðrar samsýningar.
 
§ 8. Gildi
(1) Starvsskipanin fær gildi á ólavsøku 2008 og skal endurskoðast annaðhvørt ár.
Starvsskipanin varð endurskoðað á fundi 26.03.12 uttan viðmerkingar/broytingar.
 

Seinast dagførd:  09/05-2013
 
 
 
Valid CSS Powered by ProFO-CMS Valid XHTML 1.0