Føroysk orðabók © Orðabókagrunnurin
Um netútgávuna Formæli Nýtsluleiðbeining Rættskrivingarreglur Styttingar
Leitileiðbeining
Fann 1 grein   Síða 1 av 1
fall -s føll h 10 1 tað at falla, døttur, tygum hava fingið eitt ~, meini eg; flykran vendir og skákar sær í fallinum; (tilt.) tungt er gamals mans ~ el. gamla manna ~; deyðafall; reyvarfall; veiðifall 2 bani, deyði, ólukka, eg havi sæð urtir royna at troka seg inn á eplini, men tað hevur verið teimum at falli; tá ið fylgi hevði verið fyri falli, mátti nýggjur seyður sleppast upp; Samson fekk sær konu, og tað kom honum til fals 3 koma til fals el. í ~ koma fyri barn, hann var komin til fals við gentu; hon var komin í ~; systkinini bæði vóru komin í ~ 4 minkandi streymur, ~ var komið á vestfallið; eystfall; sjóvarfall; vestfall 5 serst. flt áfall, brotasjógvur, tað vóru eini øgilig føll, sum komu inn á tangan 6 (um klæði) felling, rukka, brigd(a), skjúrtini skuldu altíð hava 13 føll á hvørjari lið 7 bylgja el. bylgjur (2) í hári 8 (málfr.) slag av bending í fallbendum orði (til at sýna setningafrøðiligan leiklut hjá orði el. merkingarligt samband t.d. í tíð og stað), føroyskt hevur fýra føll: hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall, hvørsfall; sms. t.d. av- bak- blóð- eyst- for- hótta- knæ- lík- lut- mann- reyvar- sjóvar- synda- tað- verk- vest-
Fann 1 grein   Síða 1 av 1