Føroysk orðabók © Orðabókagrunnurin
Um netútgávuna Formæli Nýtsluleiðbeining Rættskrivingarreglur Styttingar
Leitileiðbeining
Fann 1 grein   Síða 1 av 1
jól h flt 3 (átr.) 1 kirkjuhátíð 24.-26. desember (fram á fjórðu øld og enn í Russlandi t.d. 6. jan., sbr. gomlu jól) til minnis um føðing Krists; gomlu ~ (eftir gamla álmanakkanum) 6. jan.; gleðilig ~; á jólum um jólini; fyri ~ undan jólum; millum jólanna 1 frá jóladegi til tjúgunda dag jóla (13. jan.) 2 frá jóladegi til trettanda (6. jan.); (kvæð.) drekka ~ halda jól; halda ~ hava hátíðarhald um jólini; bera jólini á baki(num) fara avstað uttan at hava fingið vátt ella turt har ið ein hevur vitjað um jólahalguna; bera jólini út bera jólini á baki; hann hevur ~ og góðar dagar hava tað gott, liva eitt harramanslív; ganga sum á jólum ganga væl, sum eftir ánni; telja jólini kvøða ávísar vísur í dansi á føstulávint (t.d. "Mær gav sankta Mortan tjúgunda kvøld jóla ...") 2 (í heidnari tíð) offurveitsla á miðjum vetri, sólstøðuhøgtíð (helst hildin seinni enn kristin jól nú)
Fann 1 grein   Síða 1 av 1